Er helviti til? Føroyar eru eitt undantak í Evropa

Er helviti til? Føroyar eru eitt undantak í Evropa
Trúgvin á ein himmal og eitt helviti er nógv sterkari í Føroyum enn í restini av Evropa. Tað vísir kanning í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar.
Trúgvin á ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið er sterkari í Føroyum enn í restini av Evropa
 
22.02.2018 - 20:15

Umleið triði hvør føroyingur sigur seg trúgva á ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Tað staðfestir ein kanning um trúgv og lívsáskoðan, sum Kringvarpið hevur gjørt saman við greiningarfyritøkuni Lóður í sambandi við nýggju sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar. Sí tølini her: https://kvf.fo/greinar/2018/02/22/tridi-hvor-tryr-himmal-og-helviti

Fyri at kunna samanbera við onnur lond er hesin spurningurin umsettur orð fyri orð eftir eini altjóða kanning hjá stóru ensku hagtalsfyritøkuni, Ipsos Mori. 23 lond úr øllum heimspørtum luttóku. Tá Føroyar fer inn í kanningina, sæst, at Føroyar eru millum tey londini í heiminum, har trúgvin á ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið er sterkast.

himmal helviti gud signi føroyar

Um vit bara hyggja at evropeisku londunum í kanningini, sæst, at Føroyar eru ovast á listanum í mun til hendan spurningin.

himmal helviti gud signi føroyar

Greiningarfyritøkan Lóður gjørdi kanningia á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012