12 fólk í stjórnarskipanarnevndina

bannari
12 fólk í stjórnarskipanarnevndina
Løgtingið hevur júst valt umboðini í grein 25 nevndina, ið skal viðgera uppskotið um stjórnarskipan.
 
08.11.2017 - 11:16

Stórru flokkarnir hava tvey umboð í nevndini, og smærru flokkarnir hava eitt umboð.

Fyri Fólkaflokkin eru Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í. Fyri Sambandsflokkin, Bárður á Steig Nielsen og Edmund Joensen. Fyri Javnaðarflokkin, Kristianna Winther Poulsen og Heðin Mortensen. Kári P. Højgaard umboðar Sjálvstýri í nevndini. Annita á Fríðriksmørk og Ingolf S. Olsen umboða Tjóðveldi. Hanna Jensen umboðar Framsókn. Bill Justiniussen umboðar Miðflokkin. Eisini er Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, við í grein 25 nevndini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098