Vil varðveita tey trý sjúkrahúsini

bannari
Vil varðveita tey trý sjúkrahúsini
Nýggja landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, fer at arbeiða fyri at tey trý sjúkrahúsini í landinum verða varðveitt
Tað verða framvegis trý sjúkrahús í Føroyum, sigur nýggja landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg
 
15.09.2015 - 11:58

Einki av teimum trimum sjúkrahúsinum í landinum verður lagt niður. Í øllum førum ikki um tað stendur til nýggju landsstýriskvinnuna í heilsumálum.

- Tað, sum er høvuðsuppgávan, er at brúka tey øll til fulnar, so øll fáa tryggja eitt gott sjúkrahúsverk, segði Sirið Stenberg, nýggj landsstýriskvinna, í samrøðu við útvarpið í Løgtinginum.

Nýggja landsstýriskvinnan heldur, tað er ov tíðliga at siga um arbeiðast skal fram ímóti at gera eina ætlan, so sleppast kann undan dupultfunktiónum í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Heildarætlan fyri heilsuverkið gerast

- Tað er avgjørt, at eitt arbeiði skal setast í gongd fyri at gera eina visjón og heildarætlan fyri alt heilsuverkið. Tað verður tað fyrsta, sum verður sett í gongd, sigur Sirið Stenberg.

Í samgonguskjalinum hjá teimum trimum samgonguflokkunum stendur, at ein menningarætlan skal gerast fyri sjúkrahúsverkið. Flokkarnir siga, føroyska sjúkrahúsverkið skal dagførast fíggjarliga.

Samgongan sigur seg vilja fara undir at menna alt heilsuverkið; økispsykiatri, Gigni, heilsudeplar, endurvenjingina, kommunulæknatænastuna og Fólkaheilsuráðið sambært samgonguskjalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444