- Hjúnabandslógin skal broytast beinanvegin

bannari
- Hjúnabandslógin skal broytast beinanvegin
Sonja Jógvansdóttir í Javnaðarflokkinum fer í dag at lata Løgtinginum uppskot um at broyta hjúnabandslógina, ið ikki er nevnd í samgonguskjalinum
Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, fer longu í dag at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta hjúnarbandslógina
 
15.09.2015 - 12:16

Hóast borgarlig vígsla av samkyndum ikki er nevnd við einum orði í nýggja samgonguskjalinum, verður broytingin í hjúnabandslógini eitt av fyrstu málunum hjá nývalda Løgtinginum at taka støðu til.

Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, fer longu í dag at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta hjúnabandslógina, segði hon í samrøðu við útvarpið, eftir at tingið var sett.

Sonja Jógvansdóttir, sum fekk 1021 atkvøður á løgtingsvalinum 1. september, leggur einsamøll uppskotið um at broyta hjúnabandslógina fyri Løgtingið.

Av tí at lógaruppskotið longu verður latið løgtingsskrivstovuni í dag, so verður málið - at tryggja samkyndum rættin at giftast borgarliga - eitt av allarfyrstu málum hjá nýggja Løgtinginum at viðgera og taka støðu til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444