Fleiri suðuroyingar

Fleiri suðuroyingar
15 fólk fleiri búðu í oynni tann 30. juni í ár enn árið fyri
 
17.09.2014 - 14:39

Fólkatalið í Suðuroynni er kvinkað eitt vet uppeftir seinastu tólv mánaðirnar. 15 fólk fleiri búðu í oynni tann 30. juni í ár enn árið frammanundan.

Suðuroyarportalurin skrivar við tølum hjá Hagstovuni sum grundarlagi, at ttó bara er í tveimum kommunum í Suðuroynni, at fólkatalið er vaksið, í Vági og í Hvalba. 

Størsti vøksturin er í Vágs kommunu, har fólkatalið vaks við 30 fólkum. Í Sumbiar kommnunu stendur fólkatalið í stað, meðan tað er minkað í hinum kommunum í oynni.

Størstu afturgongdin er í Fámjins kommunu, har minkaði fólkatalið við 13 fólkum. Samlaða fólkatalið í Suðuroynni 30. juni í ár var 4.697 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537