Tvey ár geva 1100 krónur meira

Tvey ár geva 1100 krónur meira
Ikki tað sama, nær barnið hevur føðingardag, tá Studni gevur ferðastudning
Studni fekk viðhald hjá Kærunevndini. Føðingardagurin hjá barninum er avgerandi, tá ferðastudningur skal roknast
 
01.07.2014 - 07:48

1100 krónur eru á muni millum føðingardagarnar 30.juli og 31.juli.

Børn hjá fólki, sum lesa í Danmark, fáa 300 kr. í ferðastudningi so leingi, tey ikki eru fylt tvey ár.

Men tá tey eru vorðin tvey ár, er studningurin frá Studna 1400 kr.  

Kærunevndin hjá Studna hevur givið Studna viðhald í einari avgerð um studning til barn hjá lesandi í Danmark.

Fylti tvey í august

Søkt var um ferðastudning fyri stuðulsárið 2013/2014. Barnið fylti tvey ár í august í 2013 og fekk tí 300 kr., ikki 1400 kr., í ferðastudningi.

Lógin sigur, at aldurin hjá barninum innan 31.juli undan stuðulsárinum er avgerandi fyri, hvønn ferðastudning, barnið fær.

Barnið hjá tí, sum kærdi avgerðina hjá Studna um ferðastudningin til barnið, er føtt í august 2011. 

Kærarin søkti um ferðastudning fyri stuðulsárið 2013/2014. Tí kann staðfestast, at barnið var eitt ár tann 31.juli 2013, siga bæði Studni og Kærunevndin hjá Studna.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057