- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Allahalganna sunnudagur.
Fyrra tekstarøð
Evangelisturin Matteus skrivar í kap. 5,1-12.
v1: Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, fór hann niðan á fjallið; og tá ið hann var setstur niður, komu lærusveinar hansara til hansara.
v2: Og hann tók til orða og lærdi teir og mælti:
Sæl eru ...
v3: «Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra.
v4: Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst.
v5: Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv.
v6: Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað.
v7: Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa.
v8: Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð.
v9: Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn.
v10: Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra.
v11: Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir.
v12: Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið vóru undan tykkum.