Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 25. november 2023
27-11-2023
Theodor E. D. Olsen, prestur, skrivar og lesur lesturin.

25. Sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)
Fyrra tekstarøð
Matteus evangelistur kap. 24,15-28.

v15: Tá ið tit tí síggja andstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dánjali profeti, standa á heilagum staði ? tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur ? 
v16: tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals. 
v17: Tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður eftir tí, ið inni er í húsi hansara; 
v18: og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum! 
v19: Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! 
v20: Men biðið um, at flýggjan tykkara ikki skal verða um vetrartíð, ikki heldur ein hvíludag. 
v21: Tí at tá skal verða mikil trongd, slík sum hon ikki hevur verið frá upphavi heimsins og til henda dag, og sum hon onga tíð skal verða. 
v22: Og um hesir dagar ikki vórðu styttir, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu skulu hesir dagar verða styttir. 
v23: Um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, her er Kristus!» ella: «har er hann,» tá skulu tit ikki trúgva tí. 
v24: Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp, og teir skulu gera stór tekin og undurverk, fyri at eisini tey útvaldu skuldu verða villleidd, um tað var gjørligt. 
v25: Sí, eg havi sagt tykkum tað frammanundan. 
v26: Um tey tí siga við tykkum: «Sí, hann er í oyðimørkini,» tá farið ikki út hagar; «sí, hann er í kømurunum,» tá trúgvið tí ikki. 
v27: Tí at eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri, soleiðis skal koma menniskjusonarins verða. 
v28: Har sum ræið er, har munnu ørnirnar flykkjast. 

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024