Hetta heilaga evangeliið skrivar

Hetta heilaga evangeliið skrivar 23. desember 2023
23-12-2023
Marjún í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.

4. Sunnudagur í advent
Onnur tekstarøð
Jóh. 3,25-36.

v25: Tá kom upp trætumál millum lærusveina Jóhannesar og Jøda um reinsan. 
v26: Og teir komu til Jóhannesar og søgdu við hann: «Rabbi, tann sum var hjá tær hinumegin Jórdan, hann sum tú vitnaði um, sí, hann doypir, og allir koma til hansara.» 
v27: Jóhannes svaraði og segði: «Maður kann als einki taka, uttan tað verður honum givið av himlinum. 
v28: Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: Eg eri ikki Kristus, men: Eg eri sendur undan honum. 
v29: Tann, sum hevur brúðrina, er brúðgómur; men vinur brúðgómsins, sum stendur hjá honum og lýðir á hann, gleðist inniliga um rødd brúðgómsins. Henda gleðin mín er nú vorðin fullkomin. 
v30: Hann eigur at vaksa, men eg at minka. 
v31: Tann, sum kemur omanfrá, er yvir øllum; tann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; tann, sum kemur av himni, er yvir øllum; 
v32: og tað, sum hann hevur sæð og hoyrt, tað vitnar hann, og eingin tekur ímót vitnisburði hansara. 
v33: Tann, sum hevur tikið ímót vitnisburði hansara, hevur staðfest, at Guð er sannorðaður. 
v34: Tí at tann, sum Guð sendi út, talar Guðs orð; tí at hann gevur ikki andan eftir máli. 
v35: Faðirin elskar sonin og hevur givið honum allar lutir upp í hendur. 
v36: Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.»

Hetta heilaga evangeliið skrivar

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar.  Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.  
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
21-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
13-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
06-04-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
30-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
16-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
09-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
02-03-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
17-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
10-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
03-02-2024
Marjun í Kálvalíð, prestur, skrivar og lesur lesturin.
27-01-2024