Taptu stórt eftir dreymabyrjan

Taptu stórt eftir dreymabyrjan
Sunniva Willemoes gav føroyska liðnum eina dreymabyrjan við frálíkum langskoti, men so líðandi fótaði Montenegro sær, og Føroyar tapti til endans óneyðuga stórt
Sunniva Willemoes legði Føroyar framum við ein frálíkum langskoti
Mynd: FSF  
 
10.04.2024 - 08:25

Tá 10 minuttir vóru spældir av EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Montenegro í Podgorica, sá gott út.

Sunniva Willemoes hevði lagt Føroyar framum við einum frálíkum langskotið upp í handara málhorn, tá tær í hvítum vunnu ein bólt langt frammi á vøllinum, og tær í hvítum tyktust væl upplagdar.

Montenegro, sum vann báðar dystirnar ímóti Føroyum í seinastu Nations League-kappingini, fótaði sær kortini skjótt og tá eitt gott korter var spælt javnaði Maša Tomašević eftir innlegg úr høgru.

Føroyingarnir høvdu spælt ímóti Grikkalandi fýra dagar frammanundan, og orkan sá út til at bila, tá steðgurin nærkaðist. Hetta kostaði, tá Armisa Kuč varð send avstað, fór framvið føroyska málverjanum, Eyðgerð Mikkelsen, og legði heimaliðið framum.

Framherjin úr bestu turkisku deildini var ein støðug hóttan, og hon økti um leiðsluna hjá Montenegro, tá ein lítil tími var spældur. 

Føroyar hóttu ikki málið hjá heimaliðnum í seinna hálvleiki, og seinastu minuttirnar fekk Montenegro tvey mál afturat, og so gjørdist tapið óneyðuga stórt.

Í hinum dystinum í bólkinum, sum eisini var spældur týsdagin, vann Grikkaland 3-0 á útivølli móti Andorra.

Eftir tvey umfør hava Montenegro og Grikkaland 6 stig, meðan Føroyar og Andorra hava fyrstu stigini til góðar. Mánaðarskiftið mai-juni fara liðini á vøllin aftur. Fríggjadagin 31. mai spæla Føroyar og Andorra á Tórsvølli, og fýra dagar seinni, týsdagin 4 juni kemur Grikkaland á vitjan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Mánadag 29. apríl
Fer ein nýggjur venjari at bjarga KÍ
174334
Mánadag 29. apríl
Verið góð við móðurmálið
174325
Mánadag 29. apríl
Góðan morgun Føroyar
174316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178