Floksformaður gjørdi vitlíki um, at Mette Frederiksen strikar høgtíðir

Floksformaður gjørdi vitlíki um, at Mette Frederiksen strikar høgtíðir
Hóast formaðurin í Danska fólkaflokkinum gjørdi vart við, at talan var um skemt, mæla serfrøðingar politikarum frá at fáast við slíkar eftirgerðir
Í tilgjørda video-brotinum boðar Mette Frederiksen, forsætisráðharri, frá, at hvítusunna, páskir og jól øll verða tikin av. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
29.04.2024 - 14:08

Í Føroyum høvdu vit frí fríggjadagin, tí tá var dýri biðidagur. 

Tann frídagin hava danir ikki longur, og í ár var fyrsta ferðin, at teir ikki hildu dýra biðidag. 

Nógv orðaskifti var um hetta fríggjadagin - eisini á politiskum stigi. 

Formaðurin í Danska fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, nýtti vitlíki til at gera vart við seg, og framleiddi eina sonevnda "deep fake"-video, har tað sær út sum Mette Frederiksen, forsætisráðharri, heldur tíðindafund og boðar frá, at hvítusunna, páskir og jól øll verða tikin av.

Video-stubbin er tó tilgjørdur og ikki veruligur - og tað er eisini frámerkt á uppslagnum hjá Morten Messerschmidt. 

 

Morten Messerschmidt, formaður í Danska fólkaflokkinum. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

 

Serfrøðingar mæla frá

Danskir serfrøðingar í talgildari tøkni mæla kortini politikarum frá at fáast við deep fake-eftirgerðir.

Slíkar eftirgerðir, har tað sær út sum fólk siga ella gera okkurt, men ikki gera tað í veruleikanum, kunnu virka sera undirgravandi fyri fólkaræðið, tá tað eru politikarar, sum eru offur fyri hesum, sigur Christiane Vejlø, sum er taldgildisgreinari fyri Elektronista Media, og hevur skrivað bók um evnið, við danska kringvarpið.

 

Satira

Morten Messerschmidt sigur, at uppslagið er satira, also skemt, og gjørt soleiðis, at tað greitt kemur fram, at talan er um eitt tilgjørt innslag, men serfrøðingar halda kortini, at politikarar skulu ansa eftir ikki at broyta nakað, sum fólk halda er gott.

- "Deepfake" kann skumpa enn meira tann vegin, at ein ikki kann trúgva nøkrum sum helst á Facebook, X ella øðrum sosialum miðlum, sigur Jesper Tække, lektari í miðlafrøði við danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958