Pedagogfelagið gjørt nýggjan trý ára sáttmála

Pedagogfelagið gjørt nýggjan trý ára sáttmála
Hetta er fyrstu ferð í drúgva tíð, at sáttmáli er gjørdur uttan at semingsstovnurin er boðsendur
Hetta er fyrstu sáttmálin hjá Sonnu á Løgmansbø sum forkvinnu í Pedagogfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Mynd: Pedagogfelagið  
 
29.04.2024 - 14:43

Peagogfelagið hevur gjørt nýggjan trý ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Pedagogfeagið sigur, at hetta er fyrstu ferð í drúgva tíð, at sáttmáli er gjørdur uttan at semingsstovnurin er boðsendur, og tað boðar frá jaligari arbeiðsgongd millum partarnar, sigur felagið.

Galdandi sáttmáli fór úr gildi 1. apríl í fjør.

 

Sama hækking sum onnur fakfeløg

Lønarhækkingin i nýggja sáttmálanum samsvarar við tað, sum onnur fakfeløg hava fingið.

Lønin hækkar 3, 8 prosent 1. apríl 2023.

1. januar í ár verður lønartalvan til dagførd við lønarlyfti til námsfrøðingar, atstøðingar og hjálparfólk

1. apríl í ár hækkar lønin 4,2 prosent, og 1. apríl í 2025 hækkar lønin 4,45 prosent.

1 januar í 2025 hækkar eftirlønin til fastløntar námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnum úr 12 upp í 13 prosent.

Eftirlønin hjá fastløntum hjálparfólkum á landsins stovnum hækkar úr 12 upp í 13 prosent í 1. januar í 2025. 

Harumframt hava partarnir avtalað ymsar førleikaviðbøtur og tillagingar.

 

Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna, skriva undir nýggja sáttmálan. (Mynd: Pedagogfelagið)

 

Í morgin verður fundur við álitisfólkini um nýggja sáttmálan.

Dagført: Hoyr samrøðu við Sonnu á Løgmansbø, forkvinnu í Pedagogfelagnum, um nýggja sáttmálan:

 

29042024_Sanna_um_sattmala

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057