Hvítbók: Fótbóltur sum fyribyrging og viðgerð

Hvítbók: Fótbóltur sum fyribyrging og viðgerð
Hvítbókin, "Fodbold som forebyggelse og behandling", staðfestir, at fótbóltsvenjing er munadygg fyribyrging og viðgerð av stóru fólkasjúkunum
Magni Mohr er ein av høvundunum á nýggju hvítbókini, sum júst er givin út
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
29.04.2024 - 15:40

Hvítbók er útgivin um fótbólt sum fyribyrging og viðgerð við denti á 10 útvaldar sjúkur og váðastøður. 

Samanumtikið staðfestir hvítbókin, sum tekur samanum gransking í tvey áratíggju, at fótbóltsvenjing er munadygg fyribyrging og viðgerð í sambandi við blóðtrýst, typu 2 diabetes, hjartaheilsu, beinbroyskni, vødda-beinagrindstrupulleikar, yvirvekt og fiti, kolesterol, brótskrabba, prostatakrabba og sálarligan mistrivnað, skrivar setur.fo.

Úrslitini, sum byggja á drúgva gransking og í flestu førum vísindaliga próvførslu á meta-analysustigi, vísa, at fótbóltsvenjing gevur heilsuligar fyrimunur, tá tað ræður um hesar 10 ymisku sjúkurnar og heilsuligu váðastøðurnar.

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og May-Britt Skoradal, ph.d. í heilsuvísindum, eru millum rithøvundarnar á bókini, sum danska fótbóltssambandið og Syddansk Universitet hava givið út.

 - Vit hava seinastu 20 árini víst styrkina í fótbólti og eisini øðrum liðítrótti, tá hann verður skipaður rætt. Okkara granskingartoymi, sum í dag umboðar allar heimspartar, hevur víst, at rørslumynstrið, ið tú hevur, tá tú spælir heilsufótbólt eftir okkara grundreglum, hevur fleir-táttaða og kliniskt relevanta jaliga ávirkan, tá tað ræður um stóru fólkasjúkurnar og heilsuligu váðastøðurnar, sigur Magni Mohr, sum saman við øðrum hevur skrivað seks av teimum tíggju pørtunum í bókini. May-Britt Skoradal hevur skriva ein part.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949