Jann Benjaminsen: Vit kundu fingið meir frá dómarunum

Jann Benjaminsen: Vit kundu fingið meir frá dómarunum
- Tað skuldi verið reytt kort og brotsspark, um hann er innanfyri. Tað helt B36-liðskiparin, Jann Benjaminsen, um støðuna, tá Bjarki Nielsen í staðin fekk gult fyri film
05.05.2024 - 21:19

Tólv minuttir vóru spældir av grannauppgerðini millum HB og B36, tá Bjarki Nielsen brádliga gjørdist leysur beint uttan fyri HB-brotsteigin. Framherjin fór um koll í nærdysti við HB-verjuleikaran, Ása Dam, men í staðin fyri at fáa fríspark ella brotsspark, fekk Bjarki Nielsen gult kort fyri at tveita seg.

Tá var støðan javnleikur 1-1, og nakrar minuttir seinni avgjørdi Leivur Guttesen dystin fyri HB. 

B36-liðskiparin, Jann Benjaminsen, vildi ikki siga, at teir vóru snýttir, men hann helt kortini, at B36 kundi fingið meir frá dómarunum.

 - Tað, sum eg hoyri frá Bjarka, og tað, sum allir siga, og tað, sum eg síggi sjálvur, er, at Ási er ov seinur, hann hevur ikki kjans at fáa bóltin, og hann fellir Bjarka, segði Jann Benjaminsen.

 - So tað skuldi nokk verið reytt kort og brotsspark, um hann er innanfyri.

 

Taptu enn ein dyst

Jacob Johansson skeyt HB framum, tá bert fimm minuttir vóru spældir í grannauppgerðini, men í seinna hálvleiki javnaði Mattias Hellisdal fyri B36. Kortini eydnaðist heldur ikki hesa ferð at avgera til egnan fyrimun, og B36 hevur ikki vunnið seinastu fimm landskappingardystirnar, sum bert hava givið tvey stig.

 - Vit eru ikki nøgdir við úrtøkuna, sum vit hava fingið. Tað hevur verið ein tung perioda nú í seinastuni, men vit mugu bara arbeiða harðari og koma burtur úr tí skjótast gjørligt, segði Jann Benjaminsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216