Biðja um pengar til príseftirlit hjá Kappingareftirlitinum

Biðja um pengar til príseftirlit hjá Kappingareftirlitinum
Seinni í ár verður ein fulltrúi settur í starv hjá Kappingareftirlitinum til at umsita príseftirlit 
Kappingareftirlitið hevur fingið størri heimildir.
 
01.04.2024 - 10:37

Seinni í ár verður ein fulltrúi settur í starv hjá Kappingareftirlitinum til at umsita príseftirlit. 

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið biður løgtingið um eykajáttan, 300.000 kr, til hetta starvið.

Í eitt heilt ár fer starvið at kosta 900.000 kr., sigur ráðið.   
 
Kappingareftirlitið hevur fingið fleiri heimildir og víðkað virkisøki í kappingarlógini til at hava betri eftirlit við prísi.

Tað hevur fingið betri amboð at regulera møgulig lógarbrot.

Tað fær snøgt sagt fleiri amboð at fremja virkna kapping, millum annað við marknaðargreiningum, tá ábendingar eru um, at kappingin á einum marknaði ikki virkar.

Tað kann vera, tí prísirnir ella vinningurin eru ov stórir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537