Sama fiskiveiðuavtala við Ísland

bannari
Sama fiskiveiðuavtala við Ísland
Føroyar og Ísland hava gjørt nýggja avtalu um fiskiveiðiavtalu fyri 2023, og er talan um somu avtalu, sum var galdandi fyri 2022
Finnur Fríði og Gøtunes
 
10.12.2022 - 10:35

Sum árini frammanundan kunnu føroysk fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu.

Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi fimm prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram, so londini kunnu fiska hesar kvotur í síni heild inni hvør hjá øðrum.

Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum, og hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444