Gloymdu tíðina men ikki staðið oman fyri Tjørnuvík

Gloymdu tíðina men ikki staðið oman fyri Tjørnuvík
Aftur í nátt komu útlendingar illa fyri í haganum oman fyri Tjørnuvík
Ikki fyrstu ferð, at fólk koma illa fyri oman fyri Tjørnuvík.
 
04.05.2024 - 09:45

Aftur í nátt komu útlendingar illa fyri í haganum oman fyri Tjørnuvík.

Tveir menn ringu til politiið klokkan stívliga trý korter til eitt.

Teir høvdu ikki væntað myrkrið.

Harafrat vóru teir ikki á gøtuni til Tjørnuvíkar, men sunnan fyri hana.

Menninir høvdu verið heilt norðuri á Mýlingi.

Teir vóru so hugtiknir av náttúruni, at teir gloymdu tíðina, men avgjørt ikki staðið.

Fjallabjargarar vóru boðsendir.

Teir funnu menninar, og teir vóru í Tjørnuvík stutt fyri klokkan fimm í morgun.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
Góðan morgun Føroyar
175465
Hósdag 23. mai
Morgunlestur hósdagur 23. mai 2024
175331
Mikudag 22. mai
Skratsj tann 22. mai 2024
175432
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066