Til Noregs við Naddoddi

Til Noregs við Naddoddi
Ein sveisisk manning ætlar at sigla til Noregs við seksæringinum Naddoddi, eins og víkingarnir gjørdu fyri túsund árum síðan. Og Livar Nysted verður allarhelst eisini við
Teir royndu seglini hjá Naddoddi í dag. Ætlanin er at sigla til Noregs í juli
Mynd: Arnfinn Bech  
 
28.04.2024 - 18:18

"Teir vilja hava meg við eisini, men eg veit ikki hvussu tað verður. Eg haldi hetta er øgiliga spennandi, men eg skal sjálvandi verða góðtikin av teimum, fyrst og fremst."

Tað sigur Livar Nysted, sum allarhelst fer at sigla seksæringin Naddodd av Tvøroyri til Noregs í summar saman við eini sveisiskari manning.

Ætlanin er at sigla soleiðis sum víkingarnir gjørdu fyri túsund árum síðan.

"Hetta er ein púra opin bátur, og man svevur undir opnum himni, og ferðin tekur nakrar dagar, so man fer veruliga at kenna vind og veður. Man kann ikki fara í eina heita koyggju", sigur Livar Nysted.

Fimm ella seks mans skulu vera við á ferðini, sum - um viðrar - verður gjørd í seinnu helvt av juli mánaði. Teinurin er millum 350 og 450 fjórðingar, og um byrurin er góður, kann hann siglast uppá 3-4 dagar.
 

 

Hoyrið Livar Nysted greiða frá ætlanini her:

Livar_longri_version

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860