Komið øll við

Komið øll við (1:2)
09-05-2024
Í hesari fyrru sendingini fáa vit søguna um upprunamanningina í Straight Ahead - Jørgin Dahl, Heri Ellingsgaard, Edward Ziska, Archie Black og Agnar Joensen.

Í nýggjari dokumentarstuttrøð fortelja vit søguna um føroyska orkestrið Straight Ahead og gávaða oddamannin Jørgin Dahl. Tað eru nú liðin júst hálvthundrað ár, síðan Straight Ahead purraðu føroyingar út til eina nýggja tíð í føroyskum popp- og rokktónleiki. Í november 1974 tóku teir føroyingar á bóli við minniligu frumútgávuni - hini gulu stakplátuni við sangunum "Komið øll við" og "Upp á gólv ("Oman í dansin"). Her hoyrdist helst á fyrsta sinni modernaður føroyskur rokkur - á føroyskum. Sangirnir osa av øllum tí, sum andar á okkum av altjóða musikkpallinum um somu tíð. Hetta eru kátir og lívsjáttandi sangir, sum raka plett hjá føroyskum ungdómi.

Tað eru blaðungir klaksvíkingar, um 19 ára aldur, sum manna Straight Ahead. Sangari og sangskrivari er Jørgin Dahl. Útgávan varskógvar eitt nýbrot í føroyskum tónleiki. Komandi árini letur bólkurin frá sær aðrar single-og EP-plátur, og í 1978 kemur tiltikna LP-plátan - á mannamunni nevnd Veðraplátan. Hon er fyrsta heildarútgáva í Føroyum við rokktónleiki, sum manningin sjálv hevur skrivað, og verður roknað sum ein av varðunum í føroyskari rokksøgu. Men høvuðsverkið er samstundis svanasongurin yvir legandariska bólkin, ið gavst at spæla longu áðrenn veðraplátan kom út um jóltíðir 1978.

Í hesari fyrru sendingini fáa vit søguna um upprunamanningina í Straight Ahead - Jørgin Dahl, Heri Ellingsgaard, Edward Ziska, Archie Black og Agnar Joensen. Teir eru javnaldrar, grannar á Vágsheygnum og har um vegir, og floksfelagar. Alskurin til tónleikin knýtir teir saman. 

Komið øll við

Søgan um føroyska orkestrið Straight Ahead og gávaða oddamannin Jørgin Dahl. 

Tað eru nú liðin júst hálvthundrað ár, síðan Straight Ahead purraðu føroyingar út til eina nýggja tíð í føroyskum popp- og rokktónleiki. Í november 1974 tóku teir føroyingar á bóli við minniligu frumútgávuni - hini gulu stakplátuni við sangunum "Komið øll við" og "Upp á gólv ("Oman í dansin"). 

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.

Í hesari fyrru sendingini fáa vit søguna um upprunamanningina í Straight Ahead - Jørgin Dahl, Heri Ellingsgaard, Edward Ziska, Archie Black og Agnar Joensen.
09-05-2024