Mæla til at gera bíðirúm við ferjuleguna í Hesti

Mæla til at gera bíðirúm við ferjuleguna í Hesti
Tórshavnar havn mælir býráðnum til, at gera eitt bíðirúm í Hesti til ferðafólk, sum skulu við ferjunum hjá Strandfaraskipum landsins
Á myndini sæst Teistin á veg at leggja at í Hesti. Í dag er tað Ternan, um rekur Hestleiðina.
Mynd: Savnsmynd  
 
24.04.2024 - 10:48

Tórshavnar havn mælir býráðnum til at gera eitt bíðirúm í Hesti til ferðafólk, sum skulu við ferjunum hjá Strandfaraskipum landsins.

Eisini kunnu útlendingar og føroyingar, sum koma út í Hest við seglbátum og øðrum frítíðarbátum, brúka bíðirúmið at sita í.

Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

Tórshavnar havn hevur biðið um tilboð til byggingina.

Havnanevndin tekur undir við stjóranum í Tórshavnar havn um at játta 500.000 krónur av íløguætlanini fyri bátahavnir fyri 2024.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444