Framvegis nógv størri ferðsla í Sandoyartunlinum enn mett

Framvegis nógv størri ferðsla í Sandoyartunlinum enn mett
Í miðal koyrdu 933 bilar um samdøgrið í tunlinum í apríl
Ferðslan í Sandoyartunlinum er meira en dupult so stór, sum mett var, tá farið var undir at gera tunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.05.2024 - 09:46

Ferðslan í Sandoyartunlinum er framvegis nógv størri enn mett var, tá farið var undir tunnilin.

Ferðslan er dupult so nógv, sum tá var mett.

Í miðal koyrdu 933 bilar um samdøgrið í Sandoyartunlinum í apríl.

Talið í mars var 919 bilar um samdøgrið. Í februar vóru 783 bilar.

 

Eisini fleiri bilar í Eysturoyartunlinum 

Í Eysturoyartunlinum var eisini meira ferðsla í apríl enn í mars.

Tað var 6.090 í apríl.

Í mars var miðaltalið 5.904 um samdøgrið.

Tað var 5.894 í februar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216