Størri ferðsla í øllum undirsjóvartunlunum

Størri ferðsla í øllum undirsjóvartunlunum
Serliga í Sandoyartunlinum er ferðslan nógv størri, enn mett var, tá farið varð undir tunnilin
3048 bilar koyrdu í meðal í Vágatunlinum um samdøgrið í apríl.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.05.2024 - 10:58

Størri ferðsla var í øllum fýra undirsjóvartunlunum í apríl enn í mars.

Í Norðoyatunlinum var miðaltalið 4373 um samdøgrið. Hon var 4089 í mars.

Í Vágatunlinum var miðaltalið 3048. Tað var 2857 í mars.

Ferðslan í Sandoyartunlinum er framvegis nógv størri enn mett var, tá farið var undir tunnilin.

Ferðslan er dupult so nógv, sum tá var mett. Í miðal koyrdu 933 bilar um samdøgrið í Sandoyartunlinum í apríl. Talið í mars var 919 bilar um samdøgrið.

Í Eysturoyartunlinum var miðaltalið 6.083 í apríl. Í mars var miðaltalið har 5.904 um samdøgrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216