Sløkkiliðsstjóri: "Eingin serlig tilbúgving finst fyri søguligar bygningar"

Sløkkiliðsstjóri: "Eingin serlig tilbúgving finst fyri søguligar bygningar"
"Ein ætlan eigur at verða gjørd fyri, hvussu mann tryggjar eldri, søguligar bygningar og býlingar móti eldi", sigur Heini Østerø, sløkkiliðsstjóri í Tórshavnar kommunu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.04.2024 - 23:00

Nýliga sóu vit søguliga bygningin Børsen í Keypmannahavnn brenna í grund.

Men hvat um tað kemur eldur í Roykstovuna í Kirkjubø? Ella eldur kemur í eini sethús úti á Reyni í Havn?

Leivur Persson, stjóra í Brunaeftirlitinum, staðfestir, at ábyrgdin fyri søguligu bygningunum er kommunal.


Heini Østerø, sløkkiliðsstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eingin serlig tilbúgving 

Men hvørji eru so krøvini til søguligu bygningarnir, spurdu vit so Heina Østerø, sløkkiliðsstjóra í Tórshavnar kommunu?

"Eingi," er stutta svarið frá sløkkiliðsstjóranum. 

"Tað finst eingin serlig tilbúgving til gamlar søguligar bygningar í kommununi, men tað burdi tað verið", heldur Heini Østerø. 


Roykstovan í Kirkjubø er elsti bygningur í landinum (Savnsmynd)

 

Eigur at vera ein ætlan

Tað eigur at vera ein ætlan fyri, hvat vit gera um tað kemur eldur í ein søguligan bygning sum Royskstovuna í Kirkjubø ella eini sethús úti á Reyni í Havn, heldur sløkkiliðsstjórin. 

"Tað er Tjóðsavni, sum skal gera eina sovorðna ætlan," sigur sløkkiliðsleiðarin.

Havnar Kirkja hevur eina sokallaða ABA-skipan, so boð verða send alt fyri eitt til Tórshavnar sløkkilið. Eisini bygningarnir á Tinganesi hava somu skipa, og har finnast eisini sprinklarar.

Øðrvísi er við sethúsum úti á Reyni í Havn. Har ber ikki til at seta krøv. Men krøv áttu at verið sett, eitt nú til um tað er loyvt at grilla, heldur Heini Østerø. 

 

Heini_Ostero_23042024_Samlad

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444