Ætla at hava fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging í juni

Ætla at hava fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging í juni
Fólkaatkvøða verður í Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommunu
Sambært Hagstovuni búgva 1741 fólk búgva í Tvøroyrar kommunu.
 
03.05.2024 - 12:38

Fólkaatkvøða um kommunusamanlegging í norðaru helvt av Suðuroynni verður eftir ætlan í næsta mánaði.

Í næstu viku fara bygdaráðið í Hvalba og býráðið á Tvøroyri at taka støðu til orðingina, sum borgarar skulu atkvøða um. 

Tað er arbeiðsbólkurin, sum læt úr hondum álitið um fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging, sum leggur uppskot um orðing fyri kommunustýrini. 

 

Í Hvalbiar kommunu búgva 635 fólk.

 

Fámjin sigur nei

Ætlanin er at skipa fyri fólkaatkvøðu í báðum kommunum, og miðað verður eftir, at hon verður hildin um miðjan juni. 

Sambært Hagstovuni búgva 635 fólk í Hvalbiar kommunu, og 1741 fólk búgva í Tvøroyrar kommunu. 

Fyrr í mánaðinum segði meirilutin av bygdaráðnum í Fámjin nei til at skipa fyri fólkaatkvøðu í kommununi um samanlegging.

Í Fámjins kommunu búgva sambært Hagstovuni 77 fólk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216