Njál Mackay Djurhuus er deyður, 83 ára gamal

Njál Mackay Djurhuus er deyður, 83 ára gamal
Njál var kendur fyri sítt arbeiði fyri Frelsunnarherin í norska høvuðsstaðnum Oslo, har hann halgaði lív sítt til tey fátæku og veiku
Njál Mackey Djurhuus í 1998, tá hann var við í sjónvarpssending hjá Kringvarpi Føroya
Mynd: Ragnar C. Joensen  
 
03.05.2024 - 15:27

Ein verji hjá teimum veiku og fátæku í norska høvuðsstaðnum Olso er farin. 

Njál Mackay Djurhuus er deyður, 83 ára gamal

Sum ovasti fyri Frelsunnarherin hevur hann hjálpt drykkjufólkum, narkomanum og heimleysum.

 

Fyri sítt sjálvbodna hjálpararbeiði millum heimleysar rúsevnismisnýtarar í Oslo fingu Njál og konan Erna Djurhuus heiðursmerki úr gulli frá norska konginum. 

Í 2021 fekk Njál eisini heiðurbræv frá Tórshavnar kommunu fyri arbeiðið í Oslo. 

Kringvarpið hevur gjørt nógvar samrøður við Njál millum ár og dag. 

Sjónvarpið fylgdi Njál Mackay Djurhuus og hansara hjálpararbeiði á gøtunum í Oslo í 1998. Edvard í Skorðini Joensen og Ragnar C. Joensen gjørdu sendingina.

 

AS1376_Eitt_ljos_a_gotu_mini_25121998

 

Um jóltíðir í 2013 sendi útvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendingina "Á gøtunum í Oslo við Njál Djurhuus", ið Ingi Samuelsen gjørdi. 

Hoyr sendingina her:

 

876531

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216