Samráðingar slitnaðar

Samráðingar slitnaðar
Arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið eru farin hvør til sítt, og Semingsstovnurin hevur fyribils longt sáttmálarnar til 10. mai á midnátt
Terje Sigurðsson, semingsmaður
 
03.05.2024 - 19:03

Semingsstovnurin hevur tikið yvir royndina at finna semju á privata arbeiðsmarknaðinum, eftir at sáttmálasamráðingarnar slitnaðu í gjár. 

Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag samráðast saman, meðan Havnar arbeiðskvinnufelag hevur samráðingar fyri seg. 

Semingsstovnurin varð boðsendur, tí ov langt var millum partarnar til at finna eina semju um nýggjar sáttmálar. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag boðar frá, at semingsstovnurin er komin uppí samráðingarnar við øll fimm arbeiðarafeløgini.

Eisini upplýsir FAG, at semingsstovnurin hevur longt sáttmálarnar til 10. mai á midnátt. Við galdandi fráboðanarfreistum kann ein møguligur arbeiðssteðgur á privata arbeiðsmarknaðinum tí í fyrsta lagi vera mánadagin 13. mai. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216