Vitan

Perseverance á Mars
30-07-2020
Dávid Arge Klevang Petersen, vísindamaður á DTU Space, greiðir frá rovarnum Perseverance, ið hann hevur verið við til at ment.

Um eitt gott hálvt ár, lendir ein rumdarbilur á gongustjørnini Mars. Ein sokallaður rovari. Hesin rovarin skal kanna jarðfrøðina á reyðu gongustjørnini, og um tað einaferð hevur verið lív á Mars.

Rovarin hevur fingið heitið Perseverance og ein av teimum, ið hevur verið við til at ment henda mánabilin, er føroyingurin David Arge Klevang Petersen. Hann er adjunktur á DTU Space og verkætlanarleiðari fyri eitt serstakt tól, ið skal skanna yvirflatuna á Mars, í leitanini eftir lívið frá fyrndini.

Mars er áhugaverd, tí gongustjørnan er tætt við og minnir um Jørðina. Man hevur ikki funnið lív á Mars, men man hevur staðfest, at vatn er á Mars og fyri umleið 3,7 milliardum árum síðani, var rennandi vatn á Mars. Eins og vit hava vøtn og høv her á jørðini í dag. Og vatn er fyritreytin fyri lívi, sum vit kenna tað. 

Rúmdarbilurin, Perseverance, er gjørdur á Jet Propulsin Labratory hjá NASA í USA. Sjey høvuðsvísindatól eru á honum. Hesi er sergjørt til at kanna økið og jarðfrøðina kring Jezero goskoppin.

Hann er útgjørdur við 23 myndatólum og tveimum mikrofonum. Eisini hevur hann eina dronu, eina lítla tyrlu við sum eitur Ingenuity.

Rovarin er útgjørdur við einum robotarmi, sum hevur fimm lið og er 2,1 metur langur. Við endan á hesum robotarmi sita fleiri tól, millum annað sera tøkniligi skannarin, sum David hevur staðið á odda fyri.

Streymur kemur frá einum lítlum kjarnorkuverki, ið fær orkuna frá 4,8 kg av plutonium. Kjarnorkuverkið kann veita steym í 14 ár.

Rannsóknarferðin hjá Perseverance er í stuttum:

  • at kanna og kortleggja jarðfrøðina á Mars.
  • kanna møgulig støð, har lív kann hava verið í fyrndini.
  • kanna um tað sæst onkur steinrenning ella tekin frá hesum møguliga fornaldarlívi.
  • taka áhugaverdar steinar, við møguligum steinrenningum og konservera teir í einum hylki, sum eitt rúmdarfar seinni kann fara eftir og føra til jørðina til víðari gransking.
  • kanna um tað ber til at framleiða orku úr lofthavinum á Mars, sum ein liður í fyrireikingini til mannaðar ferðir til Mars einaferð í framtíðini.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Dávid Arge Klevang Petersen, vísindamaður á DTU Space, greiðir frá rovarnum Perseverance, ið hann hevur verið við til at ment.
30-07-2020
Sending við stuttum vísindasøgum og tónleiki
03-08-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
26-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
20-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
06-07-2018
Mett verður at elsta búseting í Klaksvík er í Vági, sigur Hans Andrias Sølvará. Er tað rætt, skulu vit heilt aftur til ár 800 - 900
04-05-2018
Eygleiðingar vísa, at magnetiski norðpólurin flytur seg søguliga skjótt í hesum tíðum, og heldur gongdin fram verður hann í Sibiria um 25 ár
03-05-2018
Stór íleguverkætlan skal siga okkum, hvørjir víkingarnir vóru sum tóku land. Út frá ílegunum, fer eisini at bera til at vísa, hvussu tey sóu út
20-07-2017
Í ættarbandsskránni, hjá Ílegusavninum, sæst, at av teimum 158000 føroyingunum, sum eru skrásettir gjøgnum tíðina, eru so at siga øll skyld
18-07-2017
Elisabet hevur funnið útav at arvamassin hjá silvurfiskinum er 2,5 milliardir basar og at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum
12-07-2017
Hans Pauli Strøm greiðir frá, hvussu fólkasøgan í Føroyum hevur verið frá 1330 til 2016
24-01-2017