- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
84 ára gamli Niclas Akraberg Poulsen, ið er føddur og uppvaksin í Akrabergi, greiðir frá ymiskum spennandi søgum og hendingum í heimbygdini. Pápi hansara var vitapassari og bygdi hús her og síðani gjørdist hann vitameistari. Niclas greiðir millum annað frá ymiskum minnum frá krígsárunum.
Sumbingurin Hans Petur Kjærbo, sum býr í Vági, hevur eisini verið nógv í Akrabergi. Hann hevur arbeitt við vitarnar í Føroyum í 38 ár og tað ger hann framvegis. Eitt tíðarskeið var hann burturav í Akrabergi. Saman við konu og børnum hevur Hans Petur eisini í nøkur ár búð í vitameistarahúsunum her.
Magnus Jensen úr Sumba hevur nógv góð minnir úr Akrabergi, her hann er føddur og parvís vaksin upp. Í átta ár var hann eisini ein av vitapassarunum.
Regin Mohr Mortensen frá Føroya Tele, sum nú er pensioneraður, greiðir frá stóra og dýra millumbylgjusendaranum hjá Útvarpinum, ið nú stendur stillur, tí ein nógv minni og meira framkomin sendari røkir uppgávuna.
Í sendingini eru samrøður við:
Niklas Akraberg Poulsen
Hans Petur Kjærbo
Magnus Jensen
Regin Mohr Mortensen