- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Á Trolvirkinum Berginum eru tey fegin um nýggja og framkomna Hvalbiartunnilin. Nú kunnu tey brúka stórar lastbilar at flyta tilfar og trol við. Alt verður nógv lættari, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Trolvirkinum.
Anni Thomsen er bókhaldari á Trolvirkinum. Hon er ættað úr Kvívík og er sostatt ein av tilflytarunum í Hvalba. Hon sigur at tað tók sína tíð at venja seg við at vera í Suðuroy og vera bundin av Smyrli. Men nú er hon fallin væl til og stórtrívist í Hvalba. Hon er eisini sera glað fyri nýggja tunnilin.
Jákup Næs Joensen er fróðarmaður og hann greiðir frá ymiskum søguligum viðurskiftum í Hvalba. M.a. søgnini um, hví døglingurin kemur til Hvalbiar umleið 7. september á hvørjum ári.
Kaj André Holm røktar norðasta haga í Suðuroynni. Hann sigur, at kuldin í vár og í summar hevur gjørt, at eingin gróður er og tí leitar seyðurin í bakkan, har gróðurin kemur fyrst. Í ár hava teir mist einar átta seyðir í bakkanum.
98 ára gamla Betta Eið er elsti borgari í Hvalba og hon býr í Eldrasambýlinum í bygdini. Eisini hon er glað fyri nýggja Hvalbiartunnilin, og hon og 95 ára gamli beiggin, Allon, vóru tey fyrstu, ið alment koyrdu gjøgnum nýggja tunnilin.
Eir Norðberg, sum er bygdaráðslimur í Hvalbiar Kommunu, hevur skotið upp at vetrarfriða bøin í Hvalba. Fyri hana er tað ein skilagóð loysn, tí øll skulu vera her. Hon heldur ikki at tað eigur at kosta nógvar pengar at halda seyð hjá øðrum burtur frá egnum stykki. Eir sigur, at bygdin er í tvíningum tá tosað verður um at vetrarfriða, og tí er umráðandi at finna røttu loysnina.
Juanita Schrøter Holm og Martin Berg, sum eiga trý børn, eru júst flutt úr Havn til Hvalbiar, og nú fara tey at byggja nýggj hús her. Tey umhugsaðu at byggja í Havn, har Martin er uppvaksin, men tað bleiv alt ov dýrt. Tí fluttu tey suður í heimbygdina hjá Juanitu og tað angra tey ikki. Martin heldur, at tað er róligari her enn í Havn og familjan er farin at ganga nógv í náttúruni. Juanita sigur, at nógva ferðslan í Havn gjørdi sítt til, at tey avgjørdu at flyta suður.