Tilvera

Tilvera: Incest
26-04-2021
Siðamisbrot.

Vanligt er tá eitt barn verður føtt, at so vil man gera alt fyri tað, ansa tí og verja tað. Men so er ikki altíð. Við hvørt so gera vaksin seg kynsliga inn á barnið. Og ofta eru tað pápar ella fosturpápar. Í útvarpsstovuni í dag eru trý fólk, 2 kvinnur og ein maður. Tey eru ymsastaðni frá í landinum. Felags fyri tey er, at tá tey vóru um fimm ára aldur, so vóru tey kynsliga misnýtt. Henda misnýtsla vardi til tey vóru um trettan ára aldur. Skemmarin ella yvurgangsmaðurin fær um hálvtannað ella tvey ár í fongsul, men hetta brotsverkið at gera seg inn á eitt barn er so stórt, at skaðin bøtist ikki aftur. Hóast hesi fólkini í útvarpsstovuni í dag nú eru vaksin og hava egna familju, so eru avleiðingarnar av kynsligu illgerðini í barnaárunum enn líka álvarsligir og sárir.

Tilvera

Savnssending Hvørt menniskja sær er einstakt og hvør einasta tilvera er einstøk. Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.
Barndómur við harðskapi.
26-04-2021
Á barnaheimi í Nepal.
26-04-2021
Matstykni.
26-04-2021
Etingarólag.
26-04-2021
Vistfrøði.
26-04-2021
Hon kom at koyra á barnið hjá systrini.
26-04-2021
Er tað Guðs vilji ?
26-04-2021
Óttin dagar undan í vaksna lívinum.
26-04-2021
Frans av Assisi.
26-04-2021
Tann er ríkur, sum heldur seg hava nóg mikið
26-04-2021
Mamma var bipolar.
26-04-2021
Eg fekk ein sælan frið.
26-04-2021