Vit herja á!

Hugsjónir birtast
19-11-2020

Í nýggjari dokumentarrøð í trimum pørtum verður ljós varpað á menningarsøguna í føroyskum fótbólti. Sagt verður frá bráða skiftinum frá avbyrging og kyrru í drúgt áramál til stóra lopið í 1990 upp á Stórapall úti í Evropa.

Vit flyta okkum eftir fáum árum frá áhugafótbólti á ringum grúsvøllum og ongum regluligum dystum móti fremmandum liðum til altjóða FIFA-limaskap í 1988. Hugsjónir birtast tíðliga í 70-árunum.

Nýggi formaðurin í fótbóltsdeild ÍSF´s loysir úr lagdi. Fyrsta umsóknin um limaskap í FIFA verður send úr Føroyum í 1974. Fyritreytirnar eru ikki tær bestu.

Eitt sersamband fyri fótbólt, og leikvøllir við øðrum undirlagi enn grúsi eru treytaleys krøv fyri limaskapi. Og so er tað ríkisrættarstøða okkara. Nú byrjar eitt drúgt stríð fyri sjálvstøðugari umboðan í altjóða kappingum millum allar hinar.

Smátt gongur. Eitt er, at danska fótbóltssambandið er ikki sinnað at ganga føroyska ynskinum um limaskap í norðurlendsku samgonguni á møti, annað er, at tað valdar yvirhøvur líkasæla í Føroyum um hetta mál.

Føroyingar fjeppast meira uppi í tí góða danska landsliðnum í 80-árunum enn sínum egna landsliði, tá vinardystir hendingaferð eru móti Íslandi ella Hetlandi. Men eldsálir eru, ið støðugt stríðast fyri at fáa føroyskan fótbólt upp úr deyðavatni og vinna honum nýggjar og mennandi avbjóðingar.

Fotografur og klippari: Jónfinn Stenberg.

Lagt til rættis: Suni Merkistein.

Vit herja á!

Í trimum pørtum verður ljós varpað á menningarsøguna í føroyskum fótbólti. Sagt verður frá bráða skiftinum frá avbyrging og kyrru í drúgt áramál til stóra lopið í 1990 upp á Stórapall úti í Evropa.

Fotografur og klippari: Jónfinn Stenberg.

Lagt til rættis: Suni Merkistein.