Varðar á leiðini

Varðar á leiðini: Tinganest
28-08-2019
Um útgávuna "Upp á tá" hjá bólkinum Tinganest frá 1983

Tinganest er originalt og sermerkt. Eingin líkist teimum. Teir hava sín heilt eyðkenda ljóma. Teir íbirtu ein serligan vágasound, siga summi.

Teir eru ikki úrmælingar at syngja ella spæla, men eru kortini ógvuliga tilvitaðir um sín serstaka stíl. Hugfloygdu tekstirnir vekja eisini ans.

Fleiri av fólkakæru sangunum hjá bólkinum eru á tí fyrstu útgávuni, ið er til umrøðu í sendingini, eitt nú "Upp á tá", "Vágagellan" og "Minnist tú".

Tríggir sørvingar mannaðu Tinganest, Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum og Eivin Simonsen. Teir siga søguna um bólkin og sangirnar á "Upp á tá".

Og aðrir meta eisini um Tinganest og fyrstu útgávuna frá 1983. 

 

Varðar á leiðini

Sendirøð um føroyskar plátur, sum eru vorðnar klassikarar. 
Hesaferð er plátan Les Îles Féroé, sum var eitt nýbrot bæði tøkniliga og í stíli, til umrøðu
03-09-2019
Um útgávuna "Upp á tá" hjá bólkinum Tinganest frá 1983
28-08-2019
Tónleikurin til sangleikin Skeyk er til umrøðu.
27-08-2019
Um LP-plátuna Frændur ll, sum kom í 1986
25-07-2019
Um Veðraplátuna hjá Straight Ahead, ið kom út í 1978
24-07-2019
Um LP plátuna hjá Harkaliðnum, sum kom í 1971
23-07-2019
Hesa ferð um LP-plátuna, ið Faroe Boys góvu út í 1967
22-07-2019