Samværi

Samværi 028 - at framleiða tónleik
26-03-2024
Tónleikararnir Guðrið Hansdóttir og Karl Andrias Stórá hittast í Samværa at tosa um tað at framleiða tónleik.

Guðrið og Karl ganga bæði á tónlistabreytini í listaligum arbeiði á Setrinum. Har verða tey boðin av og biðin at gera ymiskt, sum tey kanska annars ikki høvdu farið í holtur við av sær sjálvum. Sum td. at upptaka sjálvi í studio, gera strúkaraútsetingar, v.m. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um teirra listaligu tilgongdir og hvat hevur teirra áhugað í løtuni tá tað kemur til at framleiða tónleik.

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Sendingin hevur ikki nakað aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum, sum td. skapanartilgongd o.l. Instagram: @samvaeri
Ritstjórin Ragnar Sigrunarson og kuratørurin Anna Maria Dam Ziska hittast í Samværa og tosa um tað at stjórna list
21-11-2023
Filmskvinnan Maria Tórgarð og myndlistakvinnan Vár Samuelsen hittast í Samværa og tosa um tað at bjóða av í listarligum høpi
14-11-2023
Yrkjarin Lív Maria Róadóttir Jæger og dansarin Vár Bech Árting hittast í Samværa og tosa um tað at hvørva í list
07-11-2023
Listamaðurin Jón Sonni Jensen og dansarin Búi Rouch hittast í Samværa og tosa um tað at styggja og fremmandagera í listarligum høpi.
31-10-2023
Rithøvundurin og myndlistakvinnan Rakel Helmsdal og tónlistamaðurin Jónas "nönne" Langgaard hittast í Samværi um tað at gera tað mesta sjálv/ur
24-10-2023
Mia Smith, myndlistakvinna, og Rannvá Mortensen, yrkjari, hittast í Samværa og tosa um, hvønn leiklut kvinnutilveran og kvinnuroyndir hava at siga í teirra kreativu tilgongd
17-10-2023
Marita Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, og Fríði Djurhuus, tónleikari, tosa um hvønn leiklut representatiónshugtakið hevur at siga í teirra kreativu tilgongd
10-10-2023
Fyriskipararnir Sunneva Háberg Eysturstein og Dan Helgi í Gong hittast í Samværa og tosa um tað at skipa fyri listatiltøkum í Føroyum.
03-10-2023
Tónlistamenninir Knút Háberg Eysturstein og Jákup Tórgarð hittast í Samværa og tosa um tað at skúlast innan tónlist.
26-09-2023
Listamaðurin Trygvi Daniesen og tónleikarin Ragnar Finsson hittast í Samværa og tosa um tað at venja sum listafólk.
19-09-2023
Tónlistamaðurin Lasse Thorning Jæger og yrkjarin Vónbjørt Vang hittast í Samværa og tosa um tað at sampla
12-09-2023
  •