Nóllywood

Nóllywood (1:2)
09-01-2020

Í summar hevði filmsummarskúlin Nóllywood 10 ár á baki, hvørt summar síðani 2010 hevur filmskúlin Nóllywood verið hildin. Nóllywood er ein filmskúli fyri ung í aldrinum 14 - 18 ár, sum framleiða smáar filmsverkætlanir í 10 dagar.

Í fyrru sending fara vit at líta aftur á ferðina hjá Nóllywood frá 2010 til 2018. Hyggjarin fær innlit í, hvat Nóllywood er og hvørjir filmar eru framleiddir hesi árini. Harumframt vísa vit teir fýra filmarnar, ið eru komnir gjøgnum nálarreygað til filmskvøldið "Geytin."

Vertir á sendingini eru Nóllywood-fyriskipararnir, Rógvi Rasmussen & Maria Winther Olsen.

Nóllywood

Á sumri 2019 hevði filmsummarskúlin Nóllywood 10 ár á baki. Í hesari stuttrøðini líta vit aftur á ferðina hjá Nóllywood frá 2010 til 2018. 

Føroysk stuttrøð
16-01-2020
09-01-2020