Niels Midjord

Niels Midjord: Niels tulkar Gunnleif, Taube og Kingo
20-02-2024
Vit hoyra m.a. Niels Midjord syngja og greiða frá Gráa Fordinum, sum Gunnleif Thomsen yrkti

Maria Ziskason hevur samrøðu við Niels um vísuna og um samstarvið við Gunnleif í eini morgunsending.

Kingosangur hugtók Niels, vit hoyra samrøðu, sum Helgi Abrahamsen gjørdi við Niels um Kingosang á R7. V

it hoyra eisini brot úr samrøðu, sum Tórður Johannesarson hevði við Niels um týðingar eftir Evert Taube. Tórður Johannesarson legði til rættis.

Niels Midjord

Í trimum sendingum fara vit at hoyra um sangaran og týðaran Niels Midjord. Hann var ógvuliga virkin og fjølbroyttur sangari og tulkari. Hann týddi og tulkaði m.a. sangir eftir Alf Prøysen, Leonard Cohen og Evert Taube. Hann sang kingo, sálmar og ikki minst vísur eftir Gunnleif Thomsen. Í sendingunum hoyra vit Niels Midjord syngja og greiða frá.
Vit hoyra m.a. Niels syngja kenda barnasangin hjá Alf Prøysen Tú skalt eiga morgindagin.
27-02-2024
Vit hoyra m.a. Niels Midjord syngja og greiða frá Gráa Fordinum, sum Gunnleif Thomsen yrkti
20-02-2024
Í fyrsta av trimum partum tulkar Niels Midjord Gunnleif Thomsen. Spældir verða tættir og vísur úr Bingofløguni, sum stavaðu frá Varmakelduteitinum.
13-02-2024