Minnist tú enn?

"Í Gøtu ein dag!"
29-05-2019
Týr, Clickhaze, 200 og Brandur Enni, 2000 - 2003

Ein seinromantisk tjóðskapar- og mentanarveking breiðir seg um Føroyar um aldamótið 2000. Fullveldissamgongan setur politisku dagsskránna. Í kjalarvørrinum á hesum rembingum birtist eitt nýtt tónleikarák í Føroyum.

Ansurin fyri fornu kvæða- og sangmentanini vaknar millum ungfólk. Bólkurin Týr slóðar fyri við sínum kvæðarokki.

Kring felagsskapin Grót, sum hevur tilhald í Losjuni í Gøtu, kyknar upp ein heilt nýggj rørsla. Her savnast ungdómur, sum er medvitin um, at tónleikur er annað enn undirhald. Í hesum umhvørvi sprettir millum annað bólkurin Clickhaze, sum er mannaður við ógvuliga gávuríkum ungfólki.

Annað orkestur, sum eisini er ávirkað av tjóðskaparliga rákinum, er havnarbólkurin 200. Teir spæla harðan rokktónleik og eru mest av øllum punkarar við ógvuliga provokerandi sangum.

Um somu tíð stígur fram blaðungur drongur við óvanliga góðum sanggávum. Brandur Enni er so vælumtóktur við sínum dárandi poppsangum, at javnaldrar bæði í Íslandi og Danmark fjeppast uppi í honum. Føroyar hava fingið sína fyrstu barnastjørnu.

Hans Petur Hansen og Suni Merkistein leggja til rættis.

Minnist tú enn?

Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður. Fyrstu pláturnar koma í 1957, sama ár, sum Útvarp Føroya fer at senda. Nýggi tónleikurin verður tí borin inn í hvørt heim í Føroyum og verður soleiðis fólkaogn. Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.

Eivør, Teitur og hini
12-06-2019
Týr, Clickhaze, 200 og Brandur Enni, 2000 - 2003
29-05-2019
Moirae, Mark No Limits, Taxi og Lena, 1995-1999
22-05-2019
Mold, M.C. Hár, Visible Fish, Enekk o.a., 1990-1995
15-05-2019
Nalja, Dynamit, Blátt, Chase o.a., 1988-1992
08-05-2019
Frændur og hinir, 1985-1988
01-05-2019
Judy & Óli, Fróði & Deiggj, Devon, Símun úr Konoy o.a., 1983-1985
24-04-2019
Tónlist, Tinganest, Vestmenn o.a., 1980-1983
17-04-2019
Straight Ahead, Hjarnar, Kræklingar o.a., 1974-1979
10-04-2019
Rabbits, Harkaliðið og Debess & Petersen, 1968-1973
03-04-2019
Silly Boys, Thunderbirds, Cream Crackers og hinir, 1967-1970
20-03-2019
Faroe Boys bróta slóð, 1962-1967.
13-03-2019