Lagnustundin hjá Katalonia

Eitt errið fólk
27-09-2017
Spanski landsluturin Katalonia stendur á einum vegamóti, nú tað stundar til, at katalonar skula atkvøða um loysing frá Spania.

Spanski landsluturin Katalonia stendur á einum vegamóti.

Sunnudagin 1. oktober er ætlanin, at katalonar skulu til fólkaatkvøðu um loysing frá Spania.

Veljarakanningar hava víst, at næstan helvtin av katalonum eru fyri at loysa.

Men nú fólkaatkvøðan nærkast, hevur spanska miðstaðarstjórnin í Madrid sett hart móti hørðum og meir ella minni tikið sín egna landslut undir umsiting.

80 prosent fyri fólkaatkvøðu

Greitt er tó, at heili 80 prosent av øllum teimum 7,5 milliónunum katalonum taka undir við, at fólkaatkvøðan skal haldast, og at sjálvsavgerðarrætturin um loysing og samband liggur hjá katalonum.

Í juni mánað var Kringvarpið í Katalonia og setti seg inn í katalonska loysingarstríðið.

Hví vilja teir katalonar, sum eru fyri loysing, hava loysing? Hvat drívir tey? Hvussu er tað komið hagar, at helvtin av fólkunum, sum búgva í Katalonia, vilja loysa frá restina av Spania?

 

Lagnustundin hjá Katalonia

Lagnustundin hjá Katalonia fer afturum loysingarrørsluna í Katalonia. Sendingin varð gjørd í 2017, júst sum katalonar skuldu á val um loysing.
Í triðja og seinasta partin verður vitjað í katalonska parlamentinum í Barcelona. Vit hitta nakrar av høvuðspersónunum aftan fyri politiska partin av loysingarrørsluni
28-09-2017
Annar partur fer langt inn í katalonsku loysingarrørsluna, og vit hitta nøkur av teimum, sum hava tikið stig til at samskipa virksemið hjá
28-09-2017
Spanski landsluturin Katalonia stendur á einum vegamóti, nú tað stundar til, at katalonar skula atkvøða um loysing frá Spania.
27-09-2017