- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja: Nýtt tilfar og ein 75 ára føðingardagur
24-10-2020
Sending við fólka- og countrytónleiki í útvarpinum leygardagar
Í sendingini í dag verður mest nýútgivið tilfar at hoyra. Vit spæla eisini sangir við Jeannie C. Riley, ið júst er farin um tey 75 árini.
Vit hoyra eisini tríggjar sangir úr einum nýggjum tónleikafilmi og enda við eini óvæntaðari útgávu við Jamey Johnson.
Lagt til rættis: Ingi Samuelsen.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.