- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja 161223
16-12-2023
Sending við countrytónleiki
Við einum undantaki verða bara jólasangir á skránni í Jambalaja í dag. Talan er um nýggjar jólasangir og onkrar kendar í nýggjum útgávum. Undantakið er ein guittarleikari, ið júst hevur fylt 80, og sum gjørdi eina framúr útgávu av einum gomlum Jimmie Rodgers sangi í 1997.<br/>
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.