Plátubarrin

TEMA40: 'Too Low For Zero', Elton John, 1983
06-05-2023
Útgávan var eitt slag av nýggjum framhaldi hjá Elton John hvørs fýra album undan hesum ikki høvdu havt tær stóru landaplágurnar. Øðrvísi var við 'Too Low For Zero' í so máta.

Hittini frá plátuni vóru 'I Guess That's Why They Call It The Blues', 'I'm Still Standing', og 'Kiss the Bride'.


Sjeytiáramanning frá millum øðrum 'Captain Fantastic and the Dirt Brown Cowboy' albuminum í '75 var her aftur savnað í Elton John Band; Nigel Olsson, Dee Murray, Davey Johnstone, eins og teksthøvundin, Bernie Taupin, aftur var á liðnum. Teir hittust allir í nýggja yndisupptøkuhúsinum hjá Elton John í Karibiska havinum, har teir vóru saman um at skapa tónleikin.


Talan er um eina veruliga 'fýrsáraplátu'. Til dømis fór Elton John í samband við 'Too Low For Zero' frá at komponera løgini á klaveri til at nýta synthezisaran til endamálið.


Plátubarrin 6. mai 2023 (seinasta sending í hesum umfari við PB)

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Góða lagið heldur fram, tá Herborg seinni um kvøldið aftur sessast við borðið í PB at undirhalda lurtarunum, sum bæði fáa skemtiligar søgur og hugvekjandi prát í nýggjársgávu.
01-01-2024
Herborg er í góðum hýri, her hon vitjar PB nýggjársaftan. Við støði í hennara tekstum spinna hon og verturin fram eina stuttliga og hugvekjandi løtu síðsta kvøldið á árinum.
01-01-2024
Albumið kann kallast eitt slag av verkætlan við nógvum gestatónleikarum. Plátufeløgini høvdu ivast í Santana, men við hesum prógvaði Carlos, at hann framvegis var nýhugsandi.
02-12-2023
Hetta er tann næstbest umtókta av 'stóru' útgávunum hjá Survivor, og tann fyrsta við Jimi Jameson á forsangi. Eitt lag er 'Popular Girl'.
18-11-2023
Fyrsta albumútgávan hjá amerikansku Cyndi Lauper, sum framvegis er hennara mest keypta. Hetta er samtíðarpoppur við løgum sum 'Girls Just Wanna Have Fun' og 'Time After Time'.
11-11-2023
'Eyes Without a Face' og' Rebel Yell' eru rokk-klassikararnir frá hesum album, tó onnur løg eisini svinga væl. Talan er um aðru solistútgávu Idols.
06-11-2023
Frá løgum sum 'Can't Let You Go' og 'Street of Dreams' hevur Bent Out of Shape sera stóra undirtøku í Føroyum. Útgávan er ein av væl lagaðu varðunum í áttatiárarokkinum.
28-10-2023
Talan er um fyrstu heildarútgávuna hjá danska rokkbólkinum, Bloody Dice, har føroyingurin, Dagfinn Joensen, er sangari. Albumið kallast eisini Bloody Dice.
28-10-2023
Modern Talking sangarin, Thomas Anders, vitjar Summarfestivalin '23. Har fer hann at syngja løg sum 'You're My Heart, You're My Soul', 'Brother Loui', og 'Cheri Cheri Lady'.
07-05-2023
Útgávan var eitt slag av nýggjum framhaldi hjá Elton John hvørs fýra album undan hesum ikki høvdu havt tær stóru landaplágurnar. Øðrvísi var við 'Too Low For Zero' í so máta.
06-05-2023
Hetta er tann best umtókta útgávan hjá enska bólkinum, Shakatak, ið spælir eitt slag av funk-jazz-poppi. Heitislagið á plátuni er eisini bólksins stóri poppklassikari.
29-04-2023
Talan er um tað stóra heimsgjøgnumbrotið hjá AC/DC úr Australia. Heitislagið var tað stóra hittið, meðan 'Night Prowler' elvdi til øsing í samband við deyðsfall í Amerika.
22-04-2023