- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Men vit hava fyrr havt drúgva umrøðu av 'The Three Degrees', so ístaðin verður annað Philly-tilfar spælt hesaferð. Kundi tó stutt sagt, at 'The Three Degrees altíð hevur verið 'mannað' sum ein kvinnu-trio. Og síðan 1963 hava fimtan kvinnur sungið í hesum vokal-bólki.
Philly-sound, Phylli-soul, var stórur partur grundarlagnum fyri tí, sum bleiv til disco. Ljóðmyndin var funk-inspirerað við sevjutum ljóðføris-arrangementum, ofta við veipandi streingjaljóðførum og hvøssum hornum.
Høvuðsnavnið í hesi sending er sangskrivarin, Linda Creed. Í tónleiki er Linda Creed, sála, best kend fyri tvey viðurskifti; at hon saman við Michael Masser skrivaði 'The Greatest Love of All', sum Whitney Houston hevði eitt plettskot við, og so samstarvið, sum hon og Thom Bell høvdu um lagskriving til bólkarnar 'The Stylistics' og 'The Spinners'. Hann komponeraði og legði til rættis. Seinni í sendingini leggja vit størri dent á Bell, tá løg verða spæld frá 'The Thom Bell Sessions', ið var ein kreativ tilgongd saman við fleiri, eitt nú Elton John, sum eisini syngur ein sang í sendingini.
Myndin er av bólkinum 'The Stylistics', meðan spælt varð í sjónvarpssendingini 'Soul Train' í 1974.
Minibarrin 8. september 2021.