Zelenskyj missir undirtøku

Zelenskyj missir undirtøku
Ukrainski forsetin fær bara undirtøku frá 66 prosentum av teimum spurdu
Volodymyr Zelenskyj, forseti, missir undirtøku í Ukraina. Her er hann avmyndaður á eini vitjan í Danmark.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.01.2024 - 08:16

Ein ukrainsk meiningakanning vísir, at ukrainska samfelagið í stóran mun tekur undir við herinum, men hinvegin missir Volodomyr Zelenskyj, forseti, undirtøku.

96 prosent av teimum spurdu stuðla herinum, 88 prosent ovasta herleiðaranum, Valerij Zaluzjny, men forsetin bara fær undirtøku frá 66 prosentum av teimum spurdu.

Hetta er væl minni enn í eini kanning, sum var gjørd árið fyri.

Í november vóru forsetin og herleiðarin í almennum orðadrátti um, hvussu tað gekst í krígnum móti Russlandi.

Hernaðarleiðarin staðfesti, at framgongdin í krígnum móti Russlandi var steðgað, men hesum vísti forsetin aftur, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297