17 skip hava fiskað fyri 2,77 milliardir

17 skip hava fiskað fyri 2,77 milliardir
Tey 17 føroysku skipini, ið hava fiskað mest í 2023, hava fiskað fyri tilsamans 2,77 milliardir krónur
Finnur Fríði. Mynd: Varðin
 
30.12.2023 - 18:23

Í fjør fiskaðu 17 tey bestu skipini í Føroyum fyri 2,45 milliardir krónur.

Heilt neyvt svarar tað til, at tey bestu skipini í Føroyum hava fiskað fyri 317 milliónir krónur meira í ár samanborið við 2022.

Tað er metár í ár, og tilsamans er fiskað fyri 4 milliardir krónur.

Hesi 17 skipini hava sostatt fiskað 69 prosent av øllum tí, sum øll tey føroysku skipini hava fiskað í 2023.

Tað vil siga at restin av skipunum og bátum í Føroyum, hava fiskað fyri 1,23 milliardir krónur.

 

15 uppsjóvarskip

Av teimum 17 skipunum, ið hava fiskað mest í 2023, eru 15 uppsjóvarskip. Hini bæði skipini eru flakatrolarar.

Christian í Grótinum hevur havt hægsta avreiðingarvirði. Hann hevur fiskað fyri 246 milliónir krónur. 

Skipið á 17. plássið er Ango. Tað hevur fiskað fyri 106 milliónir krónur. 

Hini skipini hava fiskað har í millum.

Raðfylgjan á skipunum, ið hava fiskað mest, sær soleiðis út:

Christian í Grótinum, Norðborg, Gøtunes, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Fagraberg, Norðingur, Artic Voyager, Borgarin, Akraberg, Gamli Jupiter, Birita, Enniberg, Katrin Jóhanna, Vestmenningur, Jupiter og Ango.

 

Gongur minni væl í bólki 2

Tað gongur tó ikki eins væl hjá øllum skipabólkum. Hjá trolarum í bólki tvey gongur aftur á hond.

Brestir var besta skipið. Teir hava fiskað fyri 27 milliónir krónur. Í fjør fiskaðu teir fyri 31 millliónir. Steintór er nummar tvey. Hann hevur fiskað fyri 24 milliónir, í fjør fiskaði hann fyri 28 milliónir. 
Bakur fiskaði fyri 22 milliónir og Stelkur fyri 20 milliónir.

 

Stýr

Tað er Stýr, ið er komið við tølunum. Tað er eisini teir, ið løgdu tølini fram, tá ið Fiskimannafelagið hevði aðalfund í vikuni.

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418