Torg verður nú gjørt í Hoyvík

Torg verður nú gjørt í Hoyvík
Ætlanin er, at økið, sum liggur millum kirkjuna, skúlan og karlamagnusarbreyt í Hoyvík, skal gerast til eitt torg, sum skal vera eitt savningarstað fyri alla Hoyvíkina
Tað er her í økinum millum Hoyvíkar kirkju og skúla, at Tórshavnar kommuna ætar at gera eitt torg
Mynd: Google Street View  
 
15.12.2023 - 11:33

Tórshavnar Kommuna fer nú undir at gera eitt torg í Hoyvík.

Málið var til viðgerðar á býráðsfundi í gjár. 

Í viðgerðini stendir millum annað, at tað síðani kirkjan í Hoyvík var liðugt bygd í 2007, hevur verið stórt ynski um at fáa gjørt uttanumøkið liðugt.

Kirkjan er staðsett við Hoyvíkar skúla sum nærmasta granna, sunnast á Karlamagnusarbreyt, sum er útnevnt til miðstaðargøtuna í Hoyvík.

 

Savningarstað fyri alla Hoyvíkina

Økið, sum liggur millum kirkjuna, skúlan og Karlamagnusarbreyt, stendir í dag ógreitt og óliðugt. 

Ætlanin er, at økið verður gjørt til eitt torg, sum tekur hædd fyri virkseminum í økinum og samstundis ger torgið til eitt savningarstað fyri alla Hoyvíkina til hátíðarløtur og líknandi, stendir í fundarfrásøgnini hjá Kommunni

Býráðið samtykti at bjóða ráðgeva at koma við uppskoti til skipan og sniðgeving av torginum.

I løtuni verður arbeitt við hesi kirkjugarðsleið, og verður í næstum farið undir at knýta leiðina í økið, har torgið skal gerast. Hetta er somuleiðis við til at gera, at tað er júst nú, at farið eigur at verða undir at fáa torgið sniðgivið, stendir millum annað í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101