Eysturríki, Ísrael og Ísland mótstøðulið í Silver League

Eysturríki, Ísrael og Ísland mótstøðulið í Silver League
Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum skal spæla ímóti Eysturríki, Ísrael og Íslandi í Silver League-kappingini hjá evropeisku flogbóltssamgonguni næsta ár
Føroysku flogbóltsmenninir spæla ímóti Íslandi, Ísrael og Eysturríki í Silver League í 2024
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
13.12.2023 - 13:27

Eysturríki, Ísrael og Ísland komu úr hattinum saman við Føroyum, tá lutakast var til Silver League-flogbóltskappingin hjá evropeisku flogbóltssamgonguni, CEV.

Dystirnir verða spældir í trimum umførum í mai og juni næsta ár, skrivar Flogbóltssambandið.

Føroyar spæla ímóti Íslandi og Ísrael í Íslandi 17. - 19. mai, síðan verða Føroyar vertir fyri 2. umfari, tá Eysturríki og Ísland koma á vitjan 24. - 26 mai, áðrenn føroyingarnir spæla ímóti Eysturríki og Ísrael í Eysturríki 7. - 9. juni.

Tvey tey fremstu liðini í bólkinum spæla síðan finalu um uppflyting til Golden League, sum er hægsta deildin í Evropa League hjá CEV.

Føroyar liggja nummar 36 á evropeiska styrkilistanum, ímillum Ísland (38) og Ísrael (34), meðan Eysturríki er á 29. plássi.


Flogbóltskvinnurnar fáa sterka mótstøðu

Lutur hevur eisini verið kastaður um, hvussu spælast skal hjá føroysku flogbóltskvinnunum.

Tær hava seks mótstøðulið í Silver League. Føroyar byrja í Montenegro ímóti Montenegro og Georgia, sum føroysku kvinnurnar vunnu á fyrr í ár. Annað umfar verður í Luksemburg ímóti vertunum og Ungarn, áðrenn triðja og seinasta umfar er á skránni í Føroyum, tá Bosnia og Hersegovina og Finnland koma á vitjan 7. - 9. juni. 

Sambært Flogbóltssambandinum eru bestu møguleikarnir at fáa góð úrslit í dystunum ímóti Georgia og Luksemburg.


Føroysku flogbóltskvinnurnar vunnu á Georgia, men taptu fyri Montenegro og Portugal í Silver League í fjør. MYND: CEV.eu
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418