Sjey tilboð upp á skúlabarnakoyring og bussleið

Sjey tilboð upp á skúlabarnakoyring og bussleið
Næsta sáttmálaskeiðið fyri koyringina í Sunda kommunu er frá 1. mars 2024 til 30. juni 2028
Smápartafelagið Heðin Zachariasen hevur koyringina til 29. februar næsta ár. (Savnsmynd: Sunda kommuna)
 
07.12.2023 - 12:10

Sunda kommuna fekk nøkur tilboð upp á bussleiðina, sum var boðin út herfyri.

Fýra tilboð komu upp á skúlabarnakoyringina. Tey eru frá trimum veitarum.

Og trý tilboð frá tveimum veitarum komu upp á bussleiðina.

Smápartafelagið Heðin Zachariasen hevur koyringina til 29. februar næsta ár.

Næsta sáttmálatíðarskeið er frá 1. mars 2024 til 30. juni 2028.

Koyrt verður millum Hósvík og Oyrabakka, og har kemur Eiðis kommuna nú uppí.

Hin leiðin er millum Tjørnuvík og Oyrabakka.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444