Fýra limir koyrdir úr Sjálvstýri

Fýra limir koyrdir úr Sjálvstýri
Talan er m.a. um Sofus Hansen, kassameistara Streymoyar- og Vága Sjálvstýrisfelag, og Bjørn á Heygum, nevndarlim
Sofus Hansen, kassameistari í Streymoyar- og Vága Sjálvstýrisfelag, tá undirskriftirnar vóru latnar løgmálaráðnum aftur. Nú er hann koyrdur úr flokkinum.
 
04.12.2023 - 10:02

Fýra limir í Sjálvstýri eru koyrdir úr flokkinum. Talan er m.a. um kassameistaran í Streymoyar- og Vága Sjálvstýrisfelag.

Tað váttar Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri. 

Orsøkin er, at hesi fýra fóru ímóti floksleiðsluni, tá ið Sofus Hansen vendi sær til løgmálaráðið fyri at fáa innsavnaðu undirskriftirnar, sum vóru sendar ráðnum til góðkenningar í sambandi við uppstilling hjá flokkinum, og hann fekk tær.

Hetta var ímóti viljanum hjá landsnevndini. 

Og hann vildi heldur ikki lata landsnevndini undirskriftirnar aftur, sigur Sámal Petur í Grund. 

Landsnevndin hevur, sambært lóg, heimild at koyra limir úr flokkinum, men ein eykaaðalfundur ella landsfundur skal góðkenna tað. 

 

Sámal Petur í Grund, formaður íSjálvstýri. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fær gildi alt fyri eitt

Men útihýsingin fær gildi alt fyri eitt, sigur Sámal Petur í Grund.

Teir, sum eru koyrdir úr flokkinum, eru Sofus Hansen, Jan Asbjørnsson Joensen, Brandur Øssursson Simonsen og Bjørn á Heygum.

- Hetta var so grovt, at landsnevndin noyddist at handla, sigur Sámal Petur í Grund, formaður, í stuttari viðmerking.

800 undirskriftir vóru sendar løgmálaráðnum til góðkenningar, og liggja nú aftur í løgmálaráðnum. 

Aðalfundur verður í Sjálvstýrisflokkinum helst í desember, sigur formaðurin.

 

Bjørn á Heygum, nevndarlimur í Streymoyar- og Vága Sjálvstýrisfelag, er eisini koyrdur úr flokkinum. (Savnsmynd)

 

Skilir ikki grundgevingina

Bjørn á Heygum, limur í nevndini í Streymoyar- og Vága jálvstýrisfelag, skilir ikki grundgevingina hjá landsnevndini. 

- Hetta virkar høpisleyst, og eg eigi ongan leiklut í tí, sum er farið fram, yvirhøvur. Eg havi ikki eggjað til hatta, og eg havi heldur ikki tikið undir við tí. Og nevndin í Streymoyar- og Vága sjálvstýrisfelag hevur eisini tikið frástøðu frá tí. Tí standi eg spyrjandi, sigur Bjørn á Heygum í stuttari viðmerking í morgun.

Spurdur, um hann ætlar at stovna nýggjan flokk, svarar hann, at tað fer tíðin at vísa.

Hvørki Sámal Petur í Grund ella Bjørn á Heygum vilja gera samrøðu við útvarpið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Mánadag 29. apríl
Norðurljóð 29.apríl 2024
174355
Mánadag 29. apríl
Fer ein nýggjur venjari at bjarga KÍ
174334
Mánadag 29. apríl
Verið góð við móðurmálið
174325
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178