Kulfaktor Føroya

Kul faktor Føroya (1:7)
21-11-2023
Hví gerast nøkur støð kul og onnur ikki? Í hesari sendirøðina fregnast vit um kul faktorar um landið

Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina? Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum tú býr? Hvussu mennir tú tað góða staðið? Og eru nakrir felagsnevnarir galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan? Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har?

Hesir eru høvuðsspurningarnir, ið vit fara at viðgera og umrøða í hesari stuttrøðini - Kul faktor Føroya, ið telur sjey sendingar, og har vit vitja í fimm bygdum og býum í Føroyum.
Í hesari fyrstu sendingini útgreina Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarplanlegging, og Nina Arge, arkitektur, ið eisini hevur nomið sær eftirútbúgving innan býarskipan, ymisk viðurskifti, ið kunnu gera sítt til at tryggja eitt gott stað at búgva og vera í - ella tað øvugta.

Vit vitja eisini hjúnini Katrin og Ólav Gregersen í Syðrugøtu, har ið vit skifta orð um eitt nú hvønn týdning Grót, G! Festivalur, Tøting og eldsálirnar hava havt fyri kulfaktorin í Gøtu.
Og hvat merkir tað at so vera kul?

At vera kul í týdninginum í hesari sendirøðini, merkir eitt nú at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd - stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað at vera og búgva í.

Kulfaktor Føroya

Í hesari røðini leita vit eftir kul faktorum um landið: Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina? Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum vit eru? Hvussu mennir tú tað góða staðið? Og eru nakrir felagsnevnarar galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan? Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har? Hesir eru nakrir av spurningunum, ið vit viðgera í sendingini. Lagt til rættis: Gunnar Nolsøe
Vit taka saman um sendirøðina, meta um týdningin av sosialum miðlum, og hyggja nærri at spurnarkanningini
09-01-2024
Vestmanna er ein vøkur bygd við nógvum møguleikum
28-12-2023
Nógvir møguleikar eru á Tvøroyri, hóast eitt stórt herligheitsvirði er farið fyri skjeyti
19-12-2023
Nógv er hent í miðbýnum í Klaksvík seinastu 10 árini ella so. Men hevur spírandi miðbýurin kulfaktor? Vit eru á rannsóknarferð saman við Ninu Arge og Sámali Matras Kristiansen
12-12-2023
Hvørjar dygdir hevur Nólsoy? Og hvat halda fólk í Føroyum eyðkennir bygdina?
05-12-2023
Hvat halda fólk í Føroyum eyðkennir Runavík, Saltangará og Glyvrar, tá ið hetta verður sett í ein topp 11 hittlista?
28-11-2023
Hví gerast nøkur støð kul og onnur ikki? Í hesari sendirøðina fregnast vit um kul faktorar um landið
21-11-2023