25 vilja vera stjóri í Posta

25 vilja vera stjóri í Posta
Bæði kvinnur og menn, føroyingar og útlendingar, hava søkt
Stjórastarvið í Posta skal setast skjótast til ber og í seinasta lagi 1. januar.
 
31.10.2023 - 08:42

25 umsóknir eru til starvið sum stjóri í Posta.

Talan er um kvinnur og menn og um føroyingar og útlendingar.

Setanarbólkurin hevur fyrsta fundin hósdagin.

Starvið skal setast skjótast til ber og í seinasta lagi 1. januar.

Starvið sum stjóri í Posta bleiv leyst, tá Joel undir Leitinum segði seg úr stjórastarvinum 1. juli.

Hann var stjóri frá 2011.

Jógvan Joensen, fíggjarleiðari, var settur sum fyribils stjóri í longsta lagi til 1. januar 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444