- Tíðindi, mentan og ítróttur
Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn
Í 1926 ger Petur Wigelund av at royna eydnuna í Íslandi.
Í viðtali við íslendskt blað greiðir Petur Wigelund frá, at orsøkin, til at hann endaði í Íslandi, var, at hann hevði útfararhug.
Ikki er óhugsandi, at Petur Wigelund heilt einfalt ynskti sær aðrar avbjóðingar, enn tær hann hevði møguleika fyri at fáa í Føroyum.
Ein annar møguleiki er, at talið á nýbygningum Í Føroyum ikki gav rúmd fyri fleiri bátasmiðum í Havn ella suðuri í Vági.
Í 1928 fór Petur Wigelund til Fáskrúðsfjarðar á Eysturlandinum í Íslandi at smíða bátar og skip.
Keypmaðurin í Fáskrúðsfirði hevði bjóðað Peturi at smíða sær ein 15 tons deksbát, og Petur tók av møguleikanum.
Petur Wigelund var ikki einsamallur í Fáskrúðsfirði. Stutt eftir at hann var fluttur til Reykjavíkar, hitti hann unga kvinnu Vilborg Dagbjartsdóttir.
Vilborg var ættað úr Grindavík, og tey gjørdist væl og samdust um at fylgjast á lívsins leið. Vilborg var 16 ára gomul og Petur 28.
Dóttir Petur Wigelund, Erla, greiðir frá, at pápi hennara var skemtingarsamur maður, og at hon var stolt av honum.
Petur Wigelund var eisini virdur bátabyggjari í Íslandi, og dótturin minnist, at fólk tosaðu um, hvussu flottir bátarnir hjá pápanum vóru innrættaðir.
Allir bátarnir, ið Petur Wigelund smíðaði í Íslandi bóru orð fyri at verið sera sjógóðir, og ongin maður er gingin burtur í einum báti hjá Peturi.
Petur Wigelund gjørdist eisini undangongumaður í nevaleiki í Íslandi.
Undir og eftir seinna kríggið varð Petur Wigelund ein dyggur stuðul hjá mongu føroyingunum, ið fluttu til Íslands. Hann hjálpti teimum at fáa tak yvir høvdið, og hann útvegaði eisini nógvum føroyingum starv.